Maverick letur upp klokkan 17:00, har vit fara at hita upp til dystin Danmark - Føroyar sum byrjar klokkan 19:15.
Lat okkum heppa Føroyar til ein sigurs.
Koyr á Føroyar.
Maverick Barr
Norðoya Portalurin
Landsdysturin Danmark - Føroyar verður vístir í Maverick í kvøld
Maverick letur upp klokkan 17:00, har vit fara at hita upp til dystin Danmark - Føroyar sum byrjar klokkan 19:15. Lat okkum heppa Føroyar til ein sigurs. Koyr á Føroyar. Maverick Barr Stórdysturin ímillum arvafíggindarnar HB-KÍ verður leiktir klokkan 17:30 og vit fara at hita upp til dystin klokkan 16:00 í Maverick. Skráin er hendan: Kl. 15:00 Tottenham - Crystal Palace (seinna hálvleik) Kl. 15:00 Nottinham Forest - Liverpool (seinna hálvleik) Kl. 17:00 Wolsburg - VfB Stuttgart Kl. 17:30 Stórsteypadystir HB-KÍ Kl. 17:30 Luton - Aston villa Kl. 20:00 Valencia - Real Madrid Eisini verður karaoke, bobb, kort og massar av tónleiki á skránni. Vit eru blá, eri tit? Koyr á KÍ Maverick Nú er greitt, at tað verður Solby A. Christiansdóttir, sum skal fyrireika og samskipa oyggjaleikirnar, sum verða í Føroyum í 2027. Hon er serliga kend úr Kringvarpinum, har hon eitt nú havt ítróttin undir hond Oyggjaleikirnir hava serligan týdning fyri føroyingar. Tað sást á reaktiónunum, tá ið tað frættist, at leikirnir nú koma aftur til Føroya í 2027. Tað sást eisini á umsóknartalinum, nú ÍSF hevur søkt eftir fólki at samskipa og leggja oyggjaleikirnar í ‘27 til rættis. - Hetta er ein stór og spennandi uppgáva at lyfta, og helst tað størsta tiltakið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Tað er avgerandi, at tað verður lagt væl til rættis - og vit eru sera fegin um at kunngera, at Solby Christiansdóttir fer at taka sær av at skipa oyggjaleikirnar. Hon kennir ítróttaheimin, bæði sum íðkari, venjari og journalistur. Vit eru sannførd um, at Solby hevur røttu eginleikarnar og førleikarnar, sum krevjast fyri at fyrireika, samskipa og standa fyri oyggjaleikunum, nú teir aftur koma til Føroya, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF. Høvuðsuppgávan hjá nýggja samskiparanum verður í fyrstu syftu at samskifta við sambondini og ymsu ítróttagreinarnar í Føroyum, sum eyðsæð fara at hava ein stóran leiklut, nú kappingingarnar skulu leggjast til rættis. Uppgávan fevnir eisini um samskifti við politisku skipanina, kommunur, altjóða oyggjaleikanevndina og hini oyggjaleikalondini. Hon skal samskipa innihaldið og karmarnar um leikirnar, og hon fær ábyrgdina av øllum logistikki - bæði viðvíkjandi kappingum, venjingum og ikki mist gisting, nú ein innrás av íðkarum, hjálparfólki og áskoðarum væntast koma til Føroya. Uppgávurnar eru mangar, og nýggi samskiparin gleðir seg at fara undir arbeiðið. - Oyggjaleikir hava altíð havt eitt serstakt pláss í mínum ítróttahjarta, og tí vóru tað stór gleðistíðindi, tá ið tað frættist, at leikirnir nú koma aftur til Føroya. Og tað er mær ein heiður at hava fingið tað álit frá ÍSF at standa fyri leikunum, sigur Solby A. Christiansdóttir. Starvið sum oyggjaleikasamskipari er fulltíðarstarv, og Solby A. Christiansdóttir tekur við starvinum 1. mai. Um Solby A. Christiansdóttir: • 47 ár • Úr Klaksvík, búsitandi í Havn • Útbúgvin journalistur og BA í føroyskum máli og bókmentum • Starvast sum journalistur frá 2002. Fyrstu árini á Sosialinum, síðani KVF • Seinastu fýra árini eisini UEFA-samskipari hjá KÍ ÍSF Týskvøldið bjóðaði Klaksvíkar kommuna øllum ítróttarfeløgum í kommununi til hátíðarhald í Varpinum. Endamálið við tiltakinum var at heiðra ítróttin og sjálvbodna arbeiðinum, sum hvønn dag verður gjørt í feløgunum. Á leið 200 fólk úr 16 ymiskum feløgum vóru møtt til tiltakið. Á skránni vóru røður frá Karl Johansen, borgarstjóra, Jóhannu Christiansen, forkvinnu í mentanarnevndini, og eisini var ein gestarøða frá Peturi Mittún, aðalskrivara í ÍSF. Harafturat vóru eisini tvær samrøður vístar á stórskíggja. Samrøðurnar vóru við Maju og Danny, sum eru nevndarlimir og venjarar í svimjifelagnum Ægir, og við Fróða og Sonju, sum eru ávikavist næstformaður og forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelag. Sum nakað heilt serligt vórðu eisini fimm heiðurslønir lætnar. Jóhanna Christiansen segði m.a. í røðu síni, at hóast øll feløgini gera eitt megnar arbeiði, og tað kann vera trupult at velja nakran fram um onnur, so varð kortini valt at “markera” nøkur avrik, sum mynda ítróttaárið 2023 á ein serligan hátt. Í ár vórðu avrikini vald millum sjálvbodna arbeiðið, góðan felagsskap, samstarv, áræði og úrslit. Øll feløg, sum vóru heiðrað, fingu ein kekk á 10.000 kr. Harafturat var ein gávukurv latin til eina kvinnu, sum á ein serligan hátt hevur virkað sjálvboðið í fleiri feløgum í fleiri ár. Tað var Vivi Olsen, sum fekk hendan serliga heiður. Um Vivi bleiv sagt, at hon rennir bæði í bláum, reyðum og uttan iva eisini øðrum litum. Altíð klár við eini hjálpandi hond, líka mikið um tað er fyri Klaksvíkar Fimleikafelag, KÍ, Stjørnuna ella onnur. Til seinast spældi ungi klaksvíksbólkurin, Adrenalin, nøkur løg. Ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak, har víst verður á týdningin av og stóra virðið í tí sjálvbodna arbeiðinum innan ítróttin í kommununi. Feløgini, sum fingið heiðursløn í ár, vóru: Klaksvíkar Fimleikafelag Team Klaksvík og Stjørnarn Klaksvíkar Róðrarfelg Klaksvíkar Ítróttarfelag Klaksvíkar Kommuna
Endiliga sleppa vit at síggja fótbólt aftur, í dag klokkan 13:00 spælir KÍ venjingardyst móti B68 í Djúpumýri.
Í hesum sambandinum letur Maverick upp klokkan 12:30. Hetta er síðsti venjingardysturin áðrenn stórsteypadystin tann 2. mars, har KÍ skal leika móti HB klokkan 16:30 á Tórsvølli. Vit síggjast og koyr á KÍ. SáH Krútsterka fótbóltliðið hjá KÍ monnum, hetjurnar úr Berlin á A-landsliðnum í hondbólti og snarljósið innan Føroyska renning - Jónas Gunnleivson Isaksen eru innstillaði til heiðurin ÍtróttaNAVNIÐ 2023, ið verður latin á ÍtróttaFAGNAÐINUM leygarkvøldið 10. februar 2024. Jónas Gunnleivsson Isaksen Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur veruliga gjørt um seg í 2023. Hann tók øll á bóli, tá ið hann á Oyggjaleikunum á Guernsey legði alla mótstøðu afturum seg og vann gull í bæði 200 m og 400 m renning. Hann setti oyggjaleikamet á 400 m og ivaleyst eisini á 200 m, har tíðtøkan tó miseydnaðist. Men Jónas prógvaði tó skjótt, at úrslitið á oyggjaleikum ikki var hepni. Hann sló av sonnum navn sítt fast, tá hann gjørdist Evropameistari fyri U20 við tíðini 45,86 sek – bara 17 ára gamal. Tíðin var skjótari enn danska U20 metið og við henni setti hann eisini nýtt norðurlendskt juniormet. Jónas Gunnleivsson Isaksen hevur víst, at hann hevur fysikkin, evnini og stríðsviljan at vinna á hægsta stigi. Fyri síni avbera flottu avrik verður Jónas Gunnleivsson Isaksen tilnevndur til ÍtróttaNAVNIÐ 2023 *** A-landsliðið hjá monnum í hondbólti Gongdin í føroyskum hondbólti hevur verið sera góð seinastu árini. Kortini var árið 2023 ein marknaðarsteinur, tí A-landsliðið hjá monnum vann sær pláss í EM-endaspælinum í januar 2024. Hetta er fyrstu ferð eitt føroyskt lið hevur rokkið einum endaspæli. Allir føroysku leikararnir spæla longu – ella eru á veg at spæla – yrkis- ella sáttmálahondbólt. M.a spæla tveir teirra í toppliðum í Bundesliguni í Týsklandi, sum verður mett at vera fremsta hondbóltsdeildin av øllum. At eitt føroyskt A-landslið skuldi spæla eitt EM endaspæl var bara fyri fáum árum síðani púra óhugsandi. Fyri føroyskan hondbólt kann týdningurin av hesum bragdið ikki lýsast við orðum. Og fyri føroyskan ítrótt sum heild er hetta somuleiðis ein áminning um týdningin av at seta sær høg mál og síggja møguleikar heldur enn forðingar. Fyri ótrúligu og søguligu avrikini verður A-landsliðið í hondbólti tilnevnt til ÍtróttaNAVNIÐ 2023 *** KÍ – besta liðið hjá monnum 2023 var árið, tá ið allir føroyingar vóru KÍ’arar, tá ið KÍ leikti móti útlendskum liðnum. Við málrættaðum arbeiði megnaði KÍ - sum fyrsta føroyska lið nakrantíð - at spæla seg í bólkaspælið í Europeiskari kapping - Conference league. Har teir megnaðu teir at fá stig móti sera sterkum liðum, m.a kenda franska liðnum Lille. Umframt góðu altjóða úrslitini hevur KÍ verið klárt tað besta liðið í landskappingini hjá monnum – bæði í 2023 og undanfarnu árini. Fyri teirra framúr góða spæl og úrslit verður besta liðið hjá monnum í KÍ tilnevnt til ÍtróttaNAVNIÐ 2023 ÍSF Ein av teimum sjey heiðurslønunum, sum skulu latatast á ÍtróttaFAGNAÐINUM er ÍtróttaVENJARIN 2023. Í uppskotið til hendan heiður eru Wong Fai Yin í Havnar Badmintonfelag, Heri Ziska í Hvirluni og Sarita Kristina Hansen í KÍF Kappróður Wong Fai Yin í Havnar Badmintonfelag Eingin ivi er um, at Wong Fai Yin er ein vælumtóktur venjari. Tað sæst á bíðilistunum hjá Havnar badmintonfelag, sum bara leingjast. Wong hevur megnað at skapt ein serligan áhuga fyri badmintonítróttini í Føroyum við sínum fjølbroyttu og stuttligu venjingum. Hann tekur sín ítrótt í álvara, og málið er, at allir leikarar skulu læra og mennast. Wong arbeiðir miðvíst við bæði breiddar- og úrvalsleikarum í øllum aldri. Hann dugir at síggja ymsu leikararnar og motivera teir – og menningin er eyðsýnd bæði kropsliga og mentalt. Hann lærir tey at grunda yvir venjing, avrik og framtíð – og hevur eitt nú eggjað teimum til at skriva ítróttadagbók. Hann er ein góð fyrimynd, bæði tá um góða venjing og heilsugóðan lívsstíl ræður, men eisini tá tað kemur til týdningin av góðum samanhaldi. Eitt nú skipar Wong fyri hugna eftir kappingar og tá ið kappingarárið endar. Wong leggur somuleiðis dent á at læra nýggjar venjarar upp. Síðani byrjan, hevur hann havt spælarar afturat sær sum hjálparvenjarar, so hesir seinni kunnu átaka sær at venja onnur. Við hesum leggur hann lunnar undir framhaldandi menning. Wong hevur eisini verið hjálparlandsliðsvenjari, og tað er eyðsýnt, at hann hevur styrkt og ment nógvar ungar spælarar. Úrslitini síggjast, nú fleiri standa seg væl í donsku A- og meistararekkjuni - og enntá í Eliturekkjuni. Wong eigur eisini sín stóra part í gullinum, sum Føroyar vunnu á Oyggjaleikum í 2023. Fyri sítt stóra arbeiði og sína áhaldandi positivu ávirkan á badminton í Føroyum verður Wong Fai Yin tilnevndur heiðurin sum ÍtróttaVENJARIN 2023. *** Heri Ziska í Hvirluni Ímyndin av frælsum ítrótti í Føroyum man helst vera Heri Ziska. Hann íðkaði kastiítrótt í nógv ár og vann hópatals heiðursmerki á høgum støði. Samstundis setti hann seg tó eisini inn í allar hinar greinarnar í frælsum ítrótti og fór at læra frá sær. Framvegis er hann venjari í Hvirluni – og alt sítt stóra arbeiðið ger hann sjálvboðin. Sama hvussu veðrið skikkar sær, sæst Heri á Tórsbreyt, har hann ótroyttiliga hevur vant, kveikt og motiverað óteljandi frælsar íðkarar. Heri er nærlagdur og leggur sjáldsama nógva orku í venjaraleiklutin. Hann dugir væl at møta teimum ungu, har tey eru, og menna tey haðani. Hann virðir, at íðkararnir eru ymiskir, og leggur dent á, at tey skulu at venja tað, hugurin stendur til. Tey sleppa at mennast í friði, og eru tey betri enn seinast, ja, so hava tey vunnið, hóast tey ikki sleppa upp á sigurspallin. Av tí, at Heri kennir allar greinarnar í frælsum ítrótti, eru venjingarnar fjølbroyttar og áhugaverdar. Fær ein íðkari skaða, dugir hann væl at leggja venjingina til rættis, so at kroppurin styrknar aftur. Hóast Heri er knýttur at Hvirluni sum venjari, er hann eisini instruktørur hjá øðrum venjarum og ger soleiðis sítt til at seta við. Hann er gávumildur við sínum royndum, síni vitan og mongu hugskotunum um, hvussu vit í Føroyum frameftir kunnu styrkja frælsa ítróttin. Hann er altíð klárur, tá ið heitt verður á hann, og sunnumorgnar sæst hann mangan sjálvur venja í kastiringinum. Fyri sítt nærlagdni, ídni og sín ótroyttiliga venjaragerning frælsum ítrótti at frama verður Heri Ziska tilnevndur sum ÍtróttaVENJARIN 2023. *** Sarita Kristina Hansen í KÍF Kappróður Sarita Kristina Hansen er ein av stóru ímyndunum í føroyskum kappróðri. Frá barnsbeini hevur hon verið virkin í kappróðrinum í Miðvági, og seinnu árini eisini í inniróðri, har hon millum annað fleiri ferðir er vorðin heimsmeistari. Samstundis, sum Sarita hevur róð sjálv, hevur hon eisini vant aðrar rógvarar. Hon hevur lagt venjingarætlanir og lagt lag á. Av tí, at hon sjálv hevur verið virkin á stórt sæð øllum økjum innan kappróðurin, veit hon alt, sum vert er at vita. Og stórlætin letur hon sínar drúgvu royndir koma øðrum rógvarum til góðar. Hon veit júst, hvussu hon skal stimbra og menna tey ungu – bæði ítróttaliga og menniskjansliga – so at tey geva alt, fyri røkka settu málunum. Hon dugir at seta teimum hóskandi mál og síðani støðugt at hjálpa teimum at gerast betri. Hon er ómetaliga íðin og engagerað. Kortini kemur ítróttagleðin fremst, og sum venjari leggur Sarita dent á at menna eitt umhvørvi, har samanhald og gleði við ítróttinum eru í miðdeplinum. Tá ið nýggjur landsliðsvenjari skuldi setast hjá føroysku rógvarunum í 2022, var tað ikki óvæntað Saritu, boð vóru eftir. Hon hevur vant ungu rógvararnir í U17, sum kappast um DM-heitið, og vaksnu rógvararnar frá U-19, sum kappast í EM og HM. Úrslitini hava verið sera góð. Í altjóða høpi teljast føroyskir rógvarar millum heimsins bestu, og Sarita eigur heilt víst ein part av æruni fyri tað. Fyri ta stóru orku og drúgvu tíð, sum hon hevur lagt í at venja føroyskar rógvarar, verður Sarita Kristina Hansen tilnevnd til ÍtróttaVENJARIN 2023. ÍSF Hetta vikuskiftið, 26.-29 januar, luttaka nógvir føroyskir svimjarar á svimjikappingini, sum er partur av RIG (Reykjavík International Games). Á RIG eru umframt føroyingarnar eisini svimjarir úr 35 feløgum, úr hesum londum : Italia, Danmark, Norra, Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Svøríki, Polen, Indien og Sveits. Føroysku svimjararnir umboða svimjifeløgini FS við 9 svimjarum, HS við 9 svimjarum, SuSvim við 12 svimjarum og Ægir við 9 svimjarum. Umframt svimjarar eru eisini venjarar, ferðaleiðarar og fleiri foreldur við í Íslandi. HS og Ægir komu yvir fríggjadagin 19. januar og FS komu mánadagin 22. januar og hava tey nýtt høvið at fara á venjingarlegu áðrenn kappingina. Tey búgva eisini øll á sama hotellið (Dalur Hostel) og hugna tey sær saman í fríløtunum millum venjingarnar. Hesi ungu kennast væl, hóast tey umboða hvør síni feløg og tey hava dugað væl at stuttleika sær saman. Ein svimjari hjá Ægir var tó óheppin og breyt beini, á einum túri í hoppiland. SuSvim flugu yvir fríggjamorgin 26. januar og náddu at luttaka til fyrsta umfar. Tey búgva á hotel Grant. Tað hevur gingið væl higartil. Nógvar persónliga bestu tíðir, junior-medaljur umframt bæði A og B finalupláss. Eisini eru tríggjar nálatíðir komnar. Tá hetta verður skrivað, er næsta umfar liðugt svomið, og svimjararnir gera seg kláran til triðja umfar, sum er finalur. Í morgin, sunnudagin, er fyrst eitt innleiðandi umfar og seinnapartin eru aftur finalur. Øll flúgva heimaftur saman við Atlantic mánadagin á middegi. Vit kláraðu at fáa myndir fyrst av øllum svimjarunum, og síðani av teimum saman við fjepparunum. Úrslit v.m. síggjast her: Swimrankings Heilsan Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, SuSvim, Ægir Tað er við gleði, at KÍ kann almannakunngera, at felagið hevur sett norðmannin Haakon Lunov sum høvuðsvenjara næstu trý árini. Nevndin í KÍ hevur arbeitt við at finna nýggjan venjara í eina tíð, eftir at Magne Hoseth skifti til Lyngby. Og nú er sáttmáli gjørdur við norska venjaran Haakon Lunov. Talan er um ein venjara við royndum í norskum fótbólti. Haakon Lunov, sum hevur UEFA A Pro Licence venjara útbúgving, hevur verið venjari og hjálparvenjari í bestu og næstbestu deildunum í Norra, hann hevur arbeitt við spælaramenning í bæði Celtic og í akademinum hjá Everton FC og hann er útbúgvin Bsc í vísindum og fótbólti. Nýggi KÍ venjarin hevur vitjað við Djúpumýru fyrr, tað var tá ið hann tók UEFA A Pro Licence útbúgvingina. Hann var í bólki saman við Mikkjali Thomassen, og tá vóru teir tríggjar dagar í Klaksvík til venjingar hjá KÍ, sum Mikkjal stóð fyri, og tí er ikki óhugsandi, at summir spælarar heilsaðu upp á Haakon Lunov tá. Nýggi venjarin er eisini við í tekniska toyminum hjá UEFA sum eygleiðari og greinari, og hann skrivar teknisku frágreiðingarnar frá Champions League og Evropa League. - Vit eru sera fegin um at hava fingið sáttmála við Haakon Lunov, og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ. Nýggi venjarin kemur til Føroya mánadagin, tá ið fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara fara í gongd. Og 30. januar fer KÍ hópurin á venjingarlegu í Portugal sum liður í fyrireikingunum til landskappingina, sum fer í gongd í mars. Sáttmálin við Haakon Lunov er galdandi í trý ár. KÍ - Klaksvíkar Ítróttarfelag |
Greinar
March 2024
Categories |