127 børn hava fingið handað svimjimerkir og er hettar ein øking frá í fjør. Fleiri børn hava luttikið í kappingum, har tey hava klara seg sera væl og svomið seg til fleiri heiðursmerkir.
Ein stór tøkk til venjarnir fyri hettar svimjiárið.
Við tí tilgongd Ægir hevur haft í barnasvimjingini, er brúk fyri fleiri venjarum komandi svimjiár. Um tú hevur áhuga í arbeiði við børnum, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Vit takka fyri í ár og síggjast aftur aftana summarfrítíðina.
Ægir