Nógv fólk vóru til móttøkuna. Jógvan Skorheim helt røðu fyri teimum báðum og tey fingu hvør sína gávu frá Klaksvíkar Kommunu og var tað Signhild Joensen, forkvinna í Mentanaðarnevndini, sum handaði teimum gávurnar.
Agnes Vágseið Sivertsen nevndarlimur í Ægir helt eisini røðu og fingu tey bæði gula rósir (Ægirfarvan) og eitt gávukort frá Ægir og Sport24.
Anna frá Norðoya Sparikassa handaði teimum báðum blómutyssi og Ægir fekk ein kekk uppá 5.000,00 kr. frá høvuðssponsorinum.
Tit kunnu síggja filmsklipp frá móttøkuni, klikk her "Móttøka Signhild og Rókur".
Norðoya Portalurin ynskir tykkum báðum stórt tillukku við góðu úrslitinum í Danish Open 2017 og eitt stórt herðaklapp til Signhild Joensen, við øllum FM metinum og Junior metinum , Gullinum í 200 metur rygg, HM kravtíðini og gullnálini við stjørnu, so er bert at vóna, at Føroya land gevur Signhild Joensen líka góðar sømdir, sum Pál Joensen hevur fingið, tí hetta er mega stórt, eitt tað størsta bragdi, sum nakað ítróttarfólk í Klaksvík hevur gjørt.
SáH