Hon slóð føroyska metið við fleiri sekundum og tað besta av øllum, hon kláraði eisini kravtíðina til HM í Budapest í summar.
Kravtíðin var 2:16:13 og Signhild hevði tíðina 2:15:69, so nú eru tað trý, sum umboða Føroyar í HM í Budapest, tey eru Pál Joensen (ikki sikkurt at hann luttekur) Óli Mortensen úr HS og nú hevur Signhild Joensen úr Ægir eisini klára kravtíðini.
Hatta hevði ongin væntað, men Signhild Joensen hevur ein stíðsvilja sum fáur og tað hevur hon sanniliga prógva í Danish Open 2017, har hon hevur svomu 5 ferðir og sligið 5 føroyskt met.
Vit ynskja tær og venjarnum stórt tillukku. Her mynd av einari stoltari mammu og Signhild Joensen,
SáH