Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymar um at standa ovast á tindunum. At røkka hesum krevur hart, miðvíst arbeiði, umframt nógva tíð, orku, og stórt yvirskot. Á ÍtróttaFAGNAÐINUM skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar ÍtróttaNAVNIÐ og ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ.
Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast, og
heiðurslønin ÍtróttaFELAGSSKAPURIN verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og
samfelagsligt arbeiði.
Felagsítrótturin hevur øll við og skapar eina savningarmegi, sum hevur stóran týdning fyri alt samfelagið
Uttan øll tey mongu sjálvbodnu, sum brúka sína frítíð ólønt at arbeiða fyri ítróttin, ber als ikki til. Tey
sjálvbodnu hava stóran týdning, bæði fyri ítróttarfeløgini, og fyri ítróttin yvirhøvur: Tað eru tey sjálvbodnu,
sum leggja ómetaliga orku í arbeiðið, so at ítróttarfeløgini kunnu virka.
Ársins ÍtróttaVENJARI er ein persónur, sum skapar eitt ítróttaumhvørvið, ið rúmar bæði breidd og úrval, har
øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir/kappingar
Heiðurslønin ÍtróttaEldsálin er ein sjálvboðin venjari, liðleiðari, stevnuábyrgdari, nevndarlimur, samskipari
ella onkur annar, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelag seinasta árið.
ÍtróttaSÓLSTRÁLAN er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri – ið við sínum góða lið- og felagsanda ger sítt
íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum føla seg vælkomnan, sæddan og sum ein umráðandi part av
liðnum/felagnum.
Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á
serstakan hátt.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2023 verður leygarkvøldið 10. februar 2024 í Løkshøll í Runavík, og Ras1 hjá
Televarpinum sendir beinleiðis frá tiltakinum kl 20:00.
Freistin at senda innstillingar inn er fríggjadagin 15. desembur á midnátt. Meiri kunning um heiðurslønirnar
og leinkjur til innstillingar finnast her:
https://isf.fo/tilfar/itrottafagnadurin/itrottafagnadur-heidurslonirnar/
Ítróttasamband Føroya