Effodeildini. KÍ byrjaði eisini betur, men tá ið eitt korter var leikt, so tímdi okkara spælara ikki at spæla meira og Víkingur yvirtók mestsum alt spæli. Hetta
førdi eisini til, at eftir stuttari løtu, hevði Víkingur bóltin í málinum hjá Meinhardi tríggjar ferðir og vit svaraði ongantíð aftur. Sostatt gjørdist hálvleiksstøðan, 3-0 til Víking.
Kí nær við
Kí var sera nær við at skorað í teimum fyrstu minuttinum í seinna hálvleiki. Álvur Christiasen bleiv spældir leysur í høgru síðu, smekkar til, málmaðurin
bjargar, bólturin endar aftur úti aftur hjá Álva og hann smekkar til aftur og tá endar bólturin á yvirleggjarnum, støkkur út til Páll Klettskarð, men hann skallar bóltin við síðuna av. Hetta var tað nærmasta KÍ kom til mál í Gøtu og sostatt endaði dysturin í Gøtu við stórsigri til Víking 3-0, sum eisini var fult uppiborið.
HB og Teitur bjargaði KÍ
Hin avgerandi dysturin var leiktir í Tórshavn, har hitt botnliðið TB, skuldi vinna á oddaliðnum HB, um teir skuldi hava nakran møguleika at koma forbí KÍ og tað var sera nær við, at tað eydnaðist teimum og tað skuldi ein dómaraavgerð til, sum tryggaði HB FM heitið 2013 og TB má eftir øllum sólarmerkjum tað tungu leið niður í 1. deild. Tískil eru vit noydd, at takka HB og Teiti, fyri at KÍ spælir aftur í Effodeildini næsta kappingarár. Teitur stóð ein rimmar dyst í Gundadali, har hann hevði fleiri meistarliga bjargingar og á tann hátt helt TB
frá at skora.
Ikki gott nokk
Hetta kappingarárið hevur verið ein marra fyri KÍ. KÍ hevur spælt gott til tíðir, men teir hava sløsa alt ov nógv stig burtur og tað kundi ført til, at teir ikki leikti í Effodeildini næsta ár og tað hevði verið ein katastrofa fyri Norðoyggjar. Sigast kann í stuttun, at hetta er ikki gott nokk. Ikki vinna í yvir 150 dagar og varðveita sætið í besti deildini, tað í sær sjálvum er eitt bragd, men tað skulu vit ikki vera stoltir av.
Klaksvíkar Kommuna hjálp KÍ sera nógv
Tað skulu aðrir bollar í suppuna næsta ár og har hevur Klaksvíkar Kommuna verður ein góður viðspælari. Tað hevur verið ein siðvenja, at Klaksvíkar Kommuna hevur hjálp KÍ sera nógv ígjøgnum árini, bæði fíggjarliga, við hølum, vøllinum og á annan hátt, eitt nú, at útlendskir spælara, hava fingið arbeiðið í Klaksvíkar Kommunu, tað tíðarskeiðið teir hava spælt við KÍ, men tað hevur tað ikki verið í ár men tó eru onkrir fótbólsspælara, ið arbeiða hjá Kommuni, men teir spæla fyri onnur lið. Hesin møguleiki er til staðar næsta kappingarár, men tað er ein vandamikil leið at ganga, tí tá kunnu aðrar ítróttargreinar, eitt nú hondbóltur, flogbóltir, svimjing og onnur gera krav um tað sama, at tey eisini vilja hava arbeiðsfólk innan Klaksvíkar Kommunu og hvat skal henda við ítróttarfólkunum, tá ið tey eru liðug at spæla fyri KÍ, Stjørnuna, Mjølnir,Team Klaksvík, Ægir o.a. Skulu tey sigast úr starvi ella skulu teir varðveita arbeiðsplassið?
Næsti dystir verður nú leygardagin ímóti 07 Vestur og tá er kravið ein sigur, alt annað kann ikki góðtakast. Til endast, er væntandi Galla veitslan á skránni í KÍ høllini seinni í ár og tá vera leikara, spælara heirðari. Kvinnurnar hava nú fingið Europa met og tað skal sjálvandi feirðast. Annars er einki hoyrt um Galla veitsluna enn, í fjørð fekk KÍ fikk av pengum av blusu søluni, haldi hendan sølan gav KÍ yvir 70.000,00 kr. og tað er gott í kassan hjá felagnum.
SáH