Hetta kappingarárið hevur verið meira javnt í toppinum enn undanfarnu árini. EBS/Skála hevur givið KÍ stóra kapping, men tá ið KÍ vann á teimum í Djúpumýru fyri trimum vikun síðani, so var FM heitið mestsum avgjørt og nú kappingin endaði, varð KÍ heili fýra stig frammanfyri og við einum málmuni uppá +90 mál, EBS/Skála hevði ein málmun uppá +48, so KÍ kvinnurnar hevði sanniliga uppiborið at gerast Føroyameistari.
Nógvir klaksvíkingar høvdu leita sær til Fuglafjarðar og var frøðin stór, tá ið Malena Josephsen tók ímóti steypinum og hevaði tað uppí luftina. Stórt tillukku frá okkum á Norðoya Portalinum.
SáH