
Nú skal man ikki nevna nøvn, men tann eina Stjørnan, fekk alt ov frítt spæl og kundi gera feilir aftaná feilir, uttan at venjarin tók um endan og setti hana á bonkin, so skil fekst á álopsspæli. Hetta átti venjarin at sæð og fingið rættað feilin, tí ofta vóru Stjørnukvinnurnar júst komnar í álop og so bleiv avsluttað alt ov tíðliga og tað førdi við sær, at STíF kvinnurnar høvdu tað lætt í verjuspælinum og kundi fara í mótálop.
Í seinna hálvleiki fekk Stjørnan hala seg væl inná STíF og eitt skifti var bert tvey mál á muni, men so var aftur gali, Stjørnan gjørdi nakrar býttar feilir og so endaði dysturin við 26-22 til STíF. Nakað av áskoðarum vóru til dystin týskvøldið og tey fingu sæð ein dyst, har bæði liðini gjørdi nógvar feilir og við STíF sum vinnara.
SáH