Leygarkvøldið klokkan 19:00 var dystir í Djúpumýri ímillum KÍ – Víkingur. KÍ vann sannførandi 4-1 og skuldi úrlslitið kanska verið 8-2, men vit fingu 3 kærkomin stig.
Málini skutu: 1-0 Jóannes Bjartaliga, sikkurt til vinstru brotspark, 1-1 Lukasz Cielewicz, 2-1 Oddmar Færø og tað gjørdist eisini hálvleiksstøðan. 3-1 Jóannes K. Danielsen og 4-1 Alessio Hyseni, vit flottum uppleggið frá Boris Dosljak, sostatt vann KÍ sannførandi leygarkvøldið.
Mikukvøldið verður oddadystir á Gundadali ímillum oddaliðið HB – KÍ. Her má KÍ vinna, tí sum støðan er nú, er HB frammanfyri við 5 stigum og vinna teir, so vera teir heili 8 stig frammanfyri og tað verður torført at innheinta, men enn eru nógvir dystir eftir.
SáH