
Tað var bítandi kált og hált, men lagi var gott á rennarnum.
Tey hitaðu upp áðrenn og har høvdu øll hug til at fáa myndamannin hjá Norðoya Portalinum við at renna, men har er til at siga, at eg havi Gerðabein og tey eru ikki til renning :)
Teinurin var 4,1 km. Talan var um heilsurenning. Øll vóru hjartaliga vælkomin at luttaka, tvs. at renna og/ella ganga og har vóru fólk í øllum aldri. Rutan var úteftir Klaksvíksvegnum, Stoksoyravegnum, síðani heim eftir Torvgøtu niðan til Víkavegin, eftir Víkavegnum, Vágsheygsgøtu til Fossagøtu, har snarað var oman til Uppsalagøtu, síðani oman í Vágstún, og so út eftir Klaksvíksvegnum - út til Sjúkrahúsið, har málið var.
Øll vóru sera hugagóð og eftir renningina fóru teyr flestu til Heilsucafé, sum var á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
SáH