Haldi hatta er so langt úti og skommina eigur FSF, at hetta átti at fingið fylgjur fyri báðir venjarnar á A-landsliðnum og átti teir báðir, at verið blakaðir til hús beinanvegin. Reint út sagt eitt fornermilsi fyri okkara mætu kvinnur, sum eisini hava sett verðinsrekord seinasta ár.
Hetta stendur á heimasíðuni hjá FSF og hetta er ikki ein aprílsøga:
Jón Pauli Olsen og Aleksandar Djordjevic hava úttikið hópin til venjingardystirnar í Íslandi 20. og 22. februar
Sum fyrireiking til undan undankappingina hjá A-landsliðnum við kvinnum, sum verður á Malta frá 4. til 9. apríl, fara føroysku kvinnurnar til Ísland seinni í hesi vikuni, har tveir venjingardystir ímóti íslendska U19-landsliðnum eru á skránni.
Fyrri dysturin verður spældur í Reykjaneshøllini fríggjadagin 20. februar klokkan 16:00, meðan seinni venjingardysturin verður í Kórinnhøllini sunnudagin 22. februar klokkan 13:00.
Tær 18, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesar:
Bjarta Johansen, B36.
Rakul V. Magnussen, Sigrun K. Kristiansen, Durita Hummeland, Fríðrún Danielsen, Anna Sofía Sevdal, Margunn Lindholm og Íðunn Magnussen, EBStreymur/Skála.
Lív Arge, Milja R. Simonsen, Heidi Sevdal og Jónvá Hentze, HB.
Kára Jarnskor, Sigrid Petersen og Arnborg Lervig, ÍF/Víkingur.
Monika Biskopstø, KÍ.
Oddrún Danielsen og Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (Danmark).
Til undan undankappingina á Malta skulu føroysku kvinnurnar spæla ímóti Andorra, Georgia og Malta. Vinnarin av kappingini spælir seg víðari til sjálva EM-undankappingina, sum byrjar í heyst.
Kelda: FSF
SáH