Krista Mørkøre úr Klaksvík ferð at luttaka fyri Føroyar og ferð hon longu avstað ídag.
Hon hevur vant sera nógv til kappingina, einar seks ferðir um vikuna og skal hon luttaka í fimm kappingum.
Hon væntar ikki at fáa nøkur heiðursmerkir, men vit vóna tað besta.
Hetta er ein liður i at koma til aðrar stórar kappingar, eitt nú OL í Brasil.
Kappingin í Glasgow er sera stór, har eru 80 lond sum luttaka við heili 600 svimjarnum.
Hetta skrivaði pápin hjá Kristi Mørkøre fyri 6 tímum síðani á Facebook síðu síni:
"So gjørdist ein dreymur til verðuleika fyri Kristu. Hon er sloppin við til HM, sum er hennara stórsta kapping higartil :) Góða eydnu góða".
Her kanst tú hoyra samrøðuna hon hevði við Kringvarpi ígjár. Klikk her: Krista Mørkøre til HM í svimjing
Fantastiska flott klára og ynskja vit á Norðoya Portalinum Kristi Mørkøre og venjarnum Torkil Mørkøre góða eydnu.
Kelda: KVF og Torkil
Myndina hevur Torkil Mørkøre tikið.
SáH