Rebekka Trygvadóttir frá Ægri kom inn við tíðini 5:32.25 og tað var næstan 8 sekund betri enn nummar tvey.
Sera flott Rebekka og stórt tillukku.
SáH
Norðoya Portalurin
Tað gongur strálandi hjá Rebekku í Íslandi. Hon vann eisini stórt í 400 metur blandað. Rebekka Trygvadóttir frá Ægri kom inn við tíðini 5:32.25 og tað var næstan 8 sekund betri enn nummar tvey. Sera flott Rebekka og stórt tillukku. SáH Ægir hevur longu vunnið sítt fyrsta gull heiðursmerkið í Reykavík International Games 2016. Rebekka Trygvadóttir vann stórt í 50 metur bringu í bólkinum 14 ár og yngru. Rebekka vann næstan við trimum sekundum og tað er sera nógv í 50 metrum. Tíðin hjá Rebekku var 35.55 og nummar tvey, sum gjørdist Ragnheidur Karen Olafsdóttir úr Íslandki, kom inn við tíðini 38.19. Sera flott Rebekka og stórt tillukku. Her mynd av Rebekku við gull heiðursmerkinum. Myndina hevur Rannvá Sigfríðsdóttir tikið. SáH Svimjifelagið Ægir er farið til Íslands, at svimja kapp í einari stórari svimjikapping í Reykjavík, sum nevnist RIG 2018. Tað er kált í Íslandi í løtuni, um frostmarkið, men í vikuni lovar hann heilt niður í minus 8 gradir og tá koma troyggirnar frá Marine Harvest stak væl við. Her liðið hjá Ægir á flogvøllinum í lekru troyggjunum frá Marine Harvest. Góða eydnu í Íslandi Ægir. SáH Hondbóltssamband Føroya og BankNordik hava gjørt nýggja stuðulsavtalu. – Vit hava sæð nógv góð hondbóltsavrik seinasta árið og vit vilja fegin gera okkara til, at møguleikarnir eru har, so menningin heldur fram, sigur Rune Nørregaard, fíggjar- og kredittstjóri í BankNordik. HSF setti eina menningarætlan í verk í 2013 við sonevndu leikaramenningini, ið eru venjingar við børnum úr øllum Føroyum í aldrinum U12 og U14. Eisini varð landsliðsvirksemið økt munandi. Nú landsliðini spæla seg til betri úrslit, krevst størri fígging. Forkvinnan í HSF, Gunn Ellefsen, fegnast tí um avtaluna. – Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini. Hetta er tí ein avtala, ið ger mun, sigur Gunn Ellefsen. Nýggja stuðulsavtalan er galdandi frá 2018 og tvey ár fram. BankNordik hevur verið høvuðsstuðul hjá hondbóltinum síðan 2016. Kelda: www.hsf.fo SáH Mjølnirkappingin 2018. Her nakrar myndir frá stóru flogbóltskappingini, sum var hildin í KÍ høllini og Badmintonhøllini ígjár. Her myndirnar, klikk her "Mjølnirkappingin 2018" SáH Úrval kunngjørdi í dag útlutingina av úrvalsstuðli fyri 2018, har svimjingin fekk stóran part av samlaðu játtanini á eina millión krónur. Úrvalssvimjararnir í ár eru teir somu sum fingu stuðul í fjør, undantikið Pál Joensen sum seinastu tíðina hevur hildið ein steðg frá kappsvimjingini. Svimjararnir sum nú í 2018 hava fingið stuðul, eru: Óli Mortensen: 150.000 kr. Signhild D. Joensen: 150.000 kr. Marius Ihlen Gardshodn: 100.000 kr. Vár E. Eidesgaard: 100.000 kr. Alvi Hjelm: 100.000 kr. Sára R. Nysted: 75.000 kr. Ungir úrvalssvimjarar: 50.000 kr. Hesi síðstu eru ein hópur á umleið 15 svimjarar, sum eftir okkara tykki eru so mikið stutt frá at kunna fáa oyramerktan stuðul, at vit við serligum tiltøkum royna at fáa tey innum og uppí skipanina. Dømi um tiltøk eru sálarfrøðingurin Jón Gregersen og danski úrvalsvenjarin Bo Jacobsen, ið vóru her heima í november 2017. Her er samrøða hjá in.fo við Óla Mortensen, klikk her "Óli Mortensen um úrvalspengarnar" Og her er innslagið hjá KVF í tíðindunum í kvøld, klikk her "Úrvalspengar vera latnir íðkandi" Kelda: www.ssf.fo SáH |
Greinar
September 2024
Categories |