– Vit hava sæð nógv góð hondbóltsavrik seinasta árið og vit vilja fegin gera okkara til, at møguleikarnir eru har, so menningin heldur fram, sigur Rune Nørregaard, fíggjar- og kredittstjóri í BankNordik.
HSF setti eina menningarætlan í verk í 2013 við sonevndu leikaramenningini, ið eru venjingar við børnum úr øllum Føroyum í aldrinum U12 og U14. Eisini varð landsliðsvirksemið økt munandi. Nú landsliðini spæla seg til betri úrslit, krevst størri fígging. Forkvinnan í HSF, Gunn Ellefsen, fegnast tí um avtaluna.
– Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini. Hetta er tí ein avtala, ið ger mun, sigur Gunn Ellefsen.
Nýggja stuðulsavtalan er galdandi frá 2018 og tvey ár fram. BankNordik hevur verið høvuðsstuðul hjá hondbóltinum síðan 2016.
Kelda: www.hsf.fo
SáH