![Billede](/uploads/3/6/6/4/3664226/hs-kapping24092016-9.jpg?449)
Hon er hetta vikuskiftið í svimjikapping í Tórshavn og hevur vunnið 4 gull heiðurstekin higartil og kappingin er ikki liðug enn. Tær seinastu kappingarnar vera svomnar kl. 14.00 ídag.
Signhild Joensen hevur vunnið í 50 metur rygg, 100 metur frí, 200 metur rygg og 200 metur frí. Tíðirnar hjá henni hava eisini verið góðar í SMS kappingini, so framtíðin sær góð út fyri hana og Ægir.
Møguliga hevði hon sett okkurt met, men hon beglaði sær fótin fyri tveimum vikum síðani í einum flogbóltsdystið, so tað spælir sjálvandi inn, tá ið 100 partar av sekundi galda. Hetta hendi eisini seinasta kappingarár, tá kokti hon fótin í einum fótbóltsdysti, so Signhild Joensen, ráðini frá forðmanninum eru "hált teg til svimjingina" :)
Sera flott og stórt tillukku til tín og venjaran Jaime Arro.
SáH