Av teimum 12 kappingunum vann Ægir 5 kappingar og tískil hevur Ægir fingið góða byrjan uppá svimjiárið 2016/2017, eftir at Ægir gjørdist besta svimjifelag seinasta kappingarár 2015/2016.
Jana Thomsen frá Ægir mundi sett nýtt juniormet í 200 metur firvarld við tíðini 2.24.61, gamla metið er 2.24.04 og tað eigur stórsvimjarin Sára R. Nysted. Besti tíðin hjá Janu, áðrenn hesa kappingina var 2.26.80, flott Jana.
Í 100 metur frísvimjing vann Ægir bæði gull, sivlur og bronsu. Hinar kappingar Ægir vann, var í 200 metur blandað menn, Rókur Trygvason, 50 metur Bringa, Ásbjørg Hjelm, 200 metur firvald, Jana Thomsen, 50 metur Rygg.
Flott Ægir, formaðurin er stoltir av tykkum.
SáH