KÍ fekk aldrin teirra góða spæl at koyra og í fyrra hálvleiki vóru teir sjáldan at síggja frammanfyri málið hjá NSÍ og tá hevði KÍ nógvan undanvind. Løgið at teir ikki skutu langskot, tá ið vindurin var so nógvur? Páll Klettskarð var nær við at skorað í fyrra hálveliki, tá ið hann stóð púra fríður á 5. metrinum, men hann skallaði bóltin uppum málið.
Í seinna hálvleiki tók NSÍ yvir og tað endaði við at teir fingu 2 mál, ímeðan KÍ fekk 0, sostatt endaði øll trý stigini í Runavík og nú stendur á gomlum nøglum. KÍ er nú bert eitt stig frammanfyri Víking og teimum skulu vit møta næsta sunnudag í Gøtu. Tann dysturin má vinnast, um man framhaldandi skal stríðast fyri FM heitinum. Koyrá KÍ
SáH