Vit kunnu í kvøld kunngerða fyrsta leikarastyrkin til kappingarárið 2018. Talan er helst um tann leikarin í føroyskum kappingini, sum hevur leikt flestar dystir í bestu deildini av teimum, sum eru 28 ár ella yngri. 319 dystir í bestu deildini hevur 28 ára gamli Kristoffur Jakobsen leikt fyri KÍ, EB/Streym og seinastu árini ÍF. 41 mál hevur hann skorað, harav 31 fyri barndómsfelagið KÍ. Í 2011 var hann toppskjútti fyri KÍ. Sostatt er talan um sera royndan leikara, sum kemur í KÍ hópin.
Talan er um ein 2-ára sáttmála, ið er gjørdur við Kristoffur Jakobsen.
Kelda: www.ki.fo
SáH