Hetta er fyrsti ferð í søguni í Føroyum, at ein kvinna svimur niðanfyri 57 sekund í 100 metur frí, stórt tillukku Vár.
SáH
Norðoya Portalurin
Ígjár megnaði Vár Erlingsdóttir Eidesgaard at sláa føroyskt met í 100 metur frísvimjing á NM/NJM 2017 við tíðini 56.98 sekund og er hetta 0.11 sekund betur enn hennara gamla met. Hetta er fyrsti ferð í søguni í Føroyum, at ein kvinna svimur niðanfyri 57 sekund í 100 metur frí, stórt tillukku Vár. SáH Óli Mortensen fekk eitt flott gullmerkið í 1500 metra frísvimjing á NM 2017, við tíðini 15:02.27, sum er heili 8 sekund betur enn hansara besta tíð og tað er sera nógv í svimjing. Óli legði ikki serliga hart út ímun til hinir og tað var eisini taktikkurin hjá honum, men tá ið hann hevði svomu nakrar 100 metrar, legði hann seg framum og økti so um leiðsluna alla vegin og kom á mál við tíðini 15:02.27. Sera góðir 1500 metra frísvimjing av Óla og Føroyar fekk sítt fyrsta gullmerkið á Norðurlendska Meistaraskapinum í Laugardalslaug í Reykjavík 2017. Stórt tillukku Óli. SáH Signhild Joensen frá Ægir er flúgvandi í Íslandi ídag. Hon hevur sligið føroyska metið tvær ferðir í 100 metur rygg ídag. Í morgun slóð hon metið við tíðini 1:00.91 og nú slóð hon metið niður til 1:00.50 og var bert 0.28 sekund frá gullinum og bert 0.02 sekund frá silvur. Sera flott svomið Signhild Joensen og stórt tillukku frá okkum øllum í Klaksvík. SáH Stór badmintonkapping verður komandi vikuskifti í Klaksvík. Í morgin leygardagin og sunnudagin verður Grand Prix 3 hildin í Klaksvík. Hetta er ein stór kapping har uml 190 leikarar koma at luttaka. Leygardagin kappast børn og ung upp til og við U17. Sunnudagin kappast vaksin A,B og C har eisini fleiri ungir leikarar eru við. Leygardagin verður kappast í KÍ-høllini og badmintonhøllini. Har eru 10 bánar tilsamans, so í Klaksvík eru góðar umstøður. Byrja verður kl 09:00 og hildi á til uml 20:00. Sunnudagin verður kappast í badmintonhøllini, byrja verður sunnudagin kl 13:00 og hildi verður á til kl uml 19:00. Tað er Klaksvíkar badmintonfelag sum er vertir fyri hesu kapping, sum verður stuðla av JFK, og hevur kappingin heitið JFK-Open 2017. Her skráin fyri kappingina, klikk her "JFK-Open 2017" Her er kappingarskráð og kann ein fylgja við her hvussu gongur hjá leikarunum. Men øll eru eisini sjálvandi meir enn vælkomin í hallirnar at síggja leikarnar kappast og heppa teir. Tað kostar einki og kaffi og annað er ókeypis. Norðurlendska Meistaraskapið byrjaði sera gott fyri Signhild Joensen frá Ægir. Hon hevur júst svomið innleiðandi í 100 metur rygg fyri kvinnur og gjørdist hon nummar eitt og slóð føroyskt met við tíðini 1:00.91 og hetta er fyrstu ferð at Signhild er undir 1:01.00, sera flott Signhild. Spennandi at fylgja tær í finaluni seinnapartin og góða eydnu. Eisini komu Barbara Debes úr Ægir og Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag við í finaluna og tað má sigast at vera sera gott klára, at hava tríggjar føroyskar kvinnur í A-finaluni í 100 metur rygg. Stórt tillukku. SáH |
Greinar
March 2024
Categories |