Í morgin leygardagin og sunnudagin verður Grand Prix 3 hildin í Klaksvík. Hetta er ein stór kapping har uml 190 leikarar koma at luttaka. Leygardagin kappast børn og ung upp til og við U17. Sunnudagin kappast vaksin A,B og C har eisini fleiri ungir leikarar eru við.
Leygardagin verður kappast í KÍ-høllini og badmintonhøllini. Har eru 10 bánar tilsamans, so í Klaksvík eru góðar umstøður. Byrja verður kl 09:00 og hildi á til uml 20:00. Sunnudagin verður kappast í badmintonhøllini, byrja verður sunnudagin kl 13:00 og hildi verður á til kl uml 19:00. Tað er Klaksvíkar badmintonfelag sum er vertir fyri hesu kapping, sum verður stuðla av JFK, og hevur kappingin heitið JFK-Open 2017.
Her skráin fyri kappingina, klikk her "JFK-Open 2017"
Her er kappingarskráð og kann ein fylgja við her hvussu gongur hjá leikarunum. Men øll eru eisini sjálvandi meir enn vælkomin í hallirnar at síggja leikarnar kappast og heppa teir. Tað kostar einki og kaffi og annað er ókeypis.