Óli legði ikki serliga hart út ímun til hinir og tað var eisini taktikkurin hjá honum, men tá ið hann hevði svomu nakrar 100 metrar, legði hann seg framum og økti so um leiðsluna alla vegin og kom á mál við tíðini 15:02.27.
Sera góðir 1500 metra frísvimjing av Óla og Føroyar fekk sítt fyrsta gullmerkið á Norðurlendska Meistaraskapinum í Laugardalslaug í Reykjavík 2017.
Stórt tillukku Óli.
SáH