Hon hevur júst svomið innleiðandi í 100 metur rygg fyri kvinnur og gjørdist hon nummar eitt og slóð føroyskt met við tíðini 1:00.91 og hetta er fyrstu ferð at Signhild er undir 1:01.00, sera flott Signhild.
Spennandi at fylgja tær í finaluni seinnapartin og góða eydnu.
Eisini komu Barbara Debes úr Ægir og Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag við í finaluna og tað má sigast at vera sera gott klára, at hava tríggjar føroyskar kvinnur í A-finaluni í 100 metur rygg.
Stórt tillukku.
SáH