Ceclilia Wigant Eysturdal vísir her flott merkið fram Okkara allerbesti havsvimjari Cecilia hevur sent Norðoya Portalinum hesar myndir og sigast skal, at man var ikki sørt spentir, tá ið man fylgdi við Ceciliu í Trongisvági via internetið leygardagin og sunnudagin.
Hon stríddist einsamøll fyri Føroya land í Svøríki, men við góðari hjálp frá Danska svimjilandsliðnum eydnaðist tað henni, at vinna bronsu og silvur fyri Føroyar í NM Open Water 2015.
Hon er lítillatin, men hon hevur ein av størstu stríðsviljanum í Føroyum, tá ið tað geldur svimjing og einamest havsvimjing.
SáH
RSS Feed