Í seinna hálvleiki kom TB meira við í spæli og vóru vandamiklir einar tvær ferðir, men ímóti endanum tóktist teir vera móðir og ein væntandi, at hesaferð fór KÍ avstað við øllum stigunum, men enn einaferð ein fadesa, Sørmund skuldi skallað bóltin til Meinhard í málinum, men har var ongin málmaður og bólturin endaði í tóma málinum og sostatt skoraði KÍ bæði málini og dysturin endaði 1-1. Nú hava vit mist fýra stig við Stórá við tveimum fadesum og tað kann kosta okkum dýrt í síðsta endanum.
Næsta vikuskiftið skal KÍ aftur til Suðuroyar og tá verður tað ímóti FC Suðuroy og tá er kravið at teir vinna. Koyrá KÍ.
SáH