KÍ legði seg á odda við einum sjálvmáli hjá EBS/Skála í 15. min. og í 41 min. legði Hervør Olsen á odda 2-0 og tað varð eisini hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki svaraði EBS/Skála eitt sindur aftur eina løtu og tað eydnaðist teimum tá ið eitt korter var eftir at leika, at minka um munin 2-1, málið gjørdi Lea Lisberg eftir hornaspark.
Eftir tað setti KÍ meira ferð á spæli hjá teimum og tá ið 3. min. vóru eftir avgjørdi Maria Biskopstø dystin 3-1 og KÍ er nú oddalið við fullum stigum 12 stig fyri fýra leiktir dystir.
Her filmsklipp frá Televarpinum av hæddarpunktinum frá dystinum í gjár KÍ – EBS/Skála 3-1, sjá herundir, trýst á pílin.
SáH