Stórt tillukku Róland Toftum og til Rók Trygvason.
SáH
Norðoya Portalurin
Róland Toftum svam ein super 50 metur bringu á Gibraltar í dag og kom inn við tíðini 28.38 og tað er eisini føroyskt met, gamla metið var 28.55. Nummar tvey gjørdist Charlie Joe Hallett frá Guernsey við tíðini 28.70 og nummar trý gjørdist William Russell eisini frá Guernsey við tíðini 29.28 og beint í hølinum á honum kom Rókur Trygvason og hann hevði tíðini 29.50. Stórt tillukku Róland Toftum og til Rók Trygvason. SáH Signhild Joensen svam eina spennandi kapping í 100 metur ryggsvimjing og vóru kvinnurnar sera javnar til 75 metrar, men so settið Signhild endaspurtin inn og vann hon sannførandi við tíðini 1:01.58, nummar tvey gjørdist Gemma Atherley frá Jersey við tíðini 1:02.16 og nummar trý gjørdist Tatiana Tostevin frá Guernsey við tíðini 1:03.20. Nummar 7 gjørdist Elisabeth Erlendsdóttir og hon hevði tíðina 1:06.53 og er hon eisini yngsti luttakarin hjá Føroyum á Oyggjaleikunum á Gibraltar. Stórt tillukku Signhild Joensen og Elisabeth Erlendsdóttir. SáH Vár Eidesgaard hølvaði alt av í 1.500 metur frí á Gibraltar fyri løtu síðani, har hon kom inn við tíðini 16:47.54 og setti eisini eitt stórt føroyskt met og Oyggjaleikamet. Nummar tvey gjørdist Rava Embury Brown frá Cayman Islands við 17:26.26 og nummar trý gjørdist Lily Scott frá Jersey við tíðini 17:35.76. Stórt tillukku Vár Eidesgaard. SáH KÍ skrivaði søgu í kvøld, tá ið teir enn einaferð hølvaði Tre Fiori av heili 4-0, onki annað lið í Føroyum hava vunnið so nógv í Europa enn KÍ gjørdi í San Marino Stadion í kvøld. Fantastiska flott úrslit og samanlagt vann KÍ 9-1 og eru stein sikkurt víðari til næsta umfarð. Teir fýra málskjúttarnir vóru: 28 min. Jóannes Bjartalíð 32 min. Jonn Johannesen 47 min. Patrik Johannesen 73 min. Jóannes K. Danielsen Stórt tillukku KÍ. SáH Tað er í kvøld at seinni dysturin í Europa Cup ímillum Tre Fiori og KÍ verður spældur í San Marino og byrjar dysturin kl. 19.45. Dysturin verður stroymdur og tit kunnu síggja dystin beinleiðis í Maverick Barr. Vit hita sjálvandi upp kl. 18:00 og eru tit í bláum fjeppaklæðum, so fáa tit tilboð uppá leskaligar drykkir í barrini. Koyr á KÍ. SáH |
Greinar
March 2024
Categories |