
KÍ byjraði nógv best og vóru sera vandamiklir tann fyrsta hálva tíman, men so byrjaði Riteriai at taka yvir og komu meira og meira inn í spæla, men KÍ vardi væl og í hálvleikinum var javnleikur 0-0.
KÍ fekk eina sjokkbyrjan í seinna hálvleiki, har Riteriai legði seg á odda beinanvegin 1-0, men tíbetur fekk KÍ javnað til 1-1 løtu seinni og tað var eitt sera frekt mál. KÍ hevði hornað í vinstru síðu og har snýttið teir verjuna hjá Riteriai, so tað stóð eftir, verjan hjá Riteriai hildu at Simen Rasen fór at skjóta, men Jóannes Bjartalíð var skjótir og legði bóltin væl innfyri og har snittaði Jákup Andreasen bóltin í málið og Kí Javnaði til 1-1.
Eitt sera gott úrslit. KÍ var eitt sindur heppið í teimum seinastu minuttinum, tí tá rakti Riteriai stongina, men bólturin fór tíbetur ikki inn og dysturin endaði 1-1 og liðskiparin hjá KÍ Jákup Biskopstø Andreasen kann vera sera glaður, hann skoraði eitt sera týdningarmikið mál, sum kann fáa avgerandi týdning, tí mál á útivøllið hava sera nógv at siga.
Stórt tillukku KÍ.
SáH