Onkur av okkara svimjarum svam niður á teirra bestu tíð, men ongin persónlig met vóru sett og tískil heldur ongin føroysk met.
Signhild Joensen tók pensilin undir kappingini, tí hon var sjúk, men hví hinir svimjarnir ikki megnaði at sláa sínar bestu tíðir, er ilt at meta um. Kanska teir hava toppa ov tíðliga, tí í Danish Open vóru fleiri met sett og eisini til Føroyameistarakappingini í Tórshavn fyri 14 døgum síðani.
Vit koma sterk aftur til NMU og EJM.
SáH