
Kappingin byrjar ímorgin tann 16. mai. Tit kunnu fylgja við á RÚV, klikk her: "RÚV sýnir beint frá EM í sundi í maí"
Norðoya Portalurin ynskir teimum øllum góða eydnu við kappingini.
SáH
Norðoya Portalurin
![]() Álvir Hjelm, ársins svimjari 2016 og Signhild Joensen, ársins stjørnuskot 2016, bæði úr Ægir, eru í løtuni í London til EM í svimjing, saman við Pál Joensen, Óla Mortensen og Sáru Ryggshamar. Kappingin byrjar ímorgin tann 16. mai. Tit kunnu fylgja við á RÚV, klikk her: "RÚV sýnir beint frá EM í sundi í maí" Norðoya Portalurin ynskir teimum øllum góða eydnu við kappingini. SáH ![]() Krista og Torkil Mørkøre eru komin aftur til Klaksvíkar, eftir at hava luttikið á EM á Madeira og var hetta ein kapping av mongum í røðini til Paralympisku OL í Rio tann 7. - 18. september. Tíðirnar hjá Krista vóru niður á hennara bestu tíðum og seinasta dagin var hon nær við at náa finlauplássinum. Málsetningur hjá stóra føroyska svimjarnum Pál Joensen er finalupláss á OL og kenni eg Kristu Mørkøre rætt, so satsar hon eisini uppá finalupláss í Rio. Hetta skrivar Torkil Mørkøre á sínum Facebook vanga: "EM á Madeira er av á hesum sinni. Krista svam fimm kappingar, og megnaði í dag at svimja seg inn á eitt nýggjunda pláss í 100 bringu, eitt hálvt sekund frá finaluplássi. Kappingin hevur givi royndir og mót fram ímóti leikunum í Rio de Janeiro har Krista einsamøll skal umboða Føroyska merki. Takk øll sum hava stuðla og gjørt hetta møguligt." Vit ynskja Kristu góða eydnu og Norðoya Portalurin skal nokk fylgja væl við, nú Krista er einasti Klaksvíkingur sum luttekur í Rio, koyrá Krista. SáH ![]() KÍ spældi meginpartin av dystinum við 10 monnum, eftir at Ahmed Mujdragic var vístir av vøllinum. Kí hevði lagt seg á odda 1-0 við málið frá Suna Olsen, men so bleiv Ahmed útvístir og ístaðinfyri at leggja seg aftur at verja, so fór KÍ í álop og við einum einmansavriki frá Jóannes Bjartalíð legði KÍ seg á odda 2-0. Hendan støðan helt sær til stutt fyri leiklut, tá ið B36 minkaði um munin til 2-1, men nærri komi meistarnir ikki og sostatt er KÍ í hálvfinaluni. Yeeeees SáH ![]() Álvi Hjelm gjørdist "Ársins svimjari 2016" hjá monnum og tað hevði so ongin í Ægir í tonkunum. Hetta skrivar hann á sín Facebook vanga: Eitt serstakliga gott vikuskifti fingið ein enda! Ægir kláraði fyri fyrstu ferð í 5 ár at vinna føroyameistaraheiti og tað bleiv eisini gjørt við manér! 🏊🏼 Persónliga bleiv tað til 6 gull, 2 silvur og 2 bronsu! Eisini fekk eg tann stóra heiðurin at verða valdur til ársins svimjara! Tey sum hugdu í sjónvarpinum í gjárskvøldi sóðu kanska at eg yvirhøvir ikki hevði vænta tað, tí eg var nemmliga slett ikki til staðar... Eg var hinuvegin áveg í endaveitslu á Viðareiði av tí at hetta er síðsta ári av fýra á Handilsskúlanum á Kambsdali! Hetta var sjálvandi harmiligt at fáa at vita gjøgnum telefon ístaðin fyri at taka ímóti steypinum persónliga, men tað má eg bara taka við! Eg vil takka øllum mínum stuðlum, venjarum, FORELDRUM og øllum øðrum, sum hava gjørt harða arbeiði møguligt og vil eisini eg takka mínum formanni og sikkurt number 1 fan Símun á Høvdanum fyri gott samstarv! 🏊🏼 #ShowmustgoON #Buhja 🏊🏼 SáH ![]() Heilt óvæntað gjørdist Rókur Trygvason úr Ægir ársins stjørnuskot fyri menn 2016. Annars byrjaði FM 2016 hjá honum sera illa. Hann slapp ikki at svimja sína yndisgrein 200 metur bringu, tí tað vóru onkrir tekniskir trupuleikar við tilmeldingini og tískil var hann áskoðari til tað kappingina. Roynt var at ugga hann og sigast skal, at tað eydnaðist, hann kom sterkt aftur. Hevði eitt gott FM við fleiri heiðurstekum og so var prikkurin yvir i-num, at hann gjørdist "ársins stjørnuskot 2016". Stórt tillukku Rókur, tú ert ein knassi. SáH ![]() Tað kundi ikki eydnast betur fyri Rannvu Sigfríðsdóttir, mammu Signhild, enn endin uppá FM 2016. Fyrst hevði dótturin fingið gullnál og so beint aftaná bleiv Signhild Joensen kosin til "Ársins stjørnuskot í 2016" og gleðin tóktist ongan enda fáa. Nógv gleðistár runnu og tað høvdu tit báðar sanniliga uppiborið. Tú sum drívmegin hjá Ægir og so dótturin, sum drívmegin í hylinum. Fantastisk at hava tykkum bæði á Ægir liðnum, altíð í góðum lag og við einari hjálpandi hond og ikki at gloyma, tit vilja vera best. SáH ![]() Eftir at FM 2016 var av, fingu Signhild Joensen úr Ægir og Marius Ihlen Garðshodn frá Havnar Svimjifelag handaði gullnál frá Svimjisamband Føroya og var tað Sørin S. Djurhuus, fyrrverandi stórsvimjarin frá Ægir, sum handaði teimum báðum nálirnar. Gullnál er ein tann størsta viðurkenning ein svimjari kann fáa í Føroyum. Signhild Joensen er fødd 14. november í 2000, so hon má vera ein av teimum yngstu svimjarnum, sum hevur klára tíðina til Gullnál. Tillukku tit bæði Signhild og Marius Ihlen. SáH Ægir aftur Føroya besta lið, takka verður Jaime Arro og okkara stak góðu svimjara, Stórt tillukku.8/5/2016 ![]() Eftir bert einum árið við Jaime Arro sum høvuðsvenjara, eydnaðist tað Ægir at gerast Føroya besta lið aftur. Jaime Arro setti sær sum mál í august, at Ægir skuldi gerast Føroya besta lið og skal eg vera púra erligur, so helt eg tað vera eina "joke" og so ivasamur var eg, at eg bjóðaði meg at svimja í "bikini" um tað eydnaðist honum, men sigast skal, at eg setti einki dato á, nær eg skuldi svimja í "bikini" :) Stórt tillukku Jaime Arro, You are my Hero. Eisini stórt tillukku til okkara framúr góðu svimjara. SáH ![]() Tað skuldi tvær kappingar til, so var Álvi Hjelm heitir og hann svam ein fantastiskan 100 metur blandað og vann gull við tíðini 58:03 og tað er hansara besta tíð nakrantíð. Hendan myndin sigur sítt, her eri eg kongur :) Denis Voropaev úr Ægir bleiv nummar fimm. Stórt tillukku Álvi Hjelm, Kongurin í Klaksvík. SáH ![]() Signhild Joensen, sum er klárt besti ryggsvimjarin í Føroyum, vann ein lættan sigur í 200 metur rygg ígjár. Tíðin var ikki serliga góð, men hon mátti eisini spara seg, tá ið man svimur so nógvar kappingar til FM. Tann stóra kappingin í 200 metur rygg var um triðja plássið, har okkara Barbara Debes stríddist fyri tí plássinum, men hon kláraði tað akkurát ikki. Hon var bert 0,45 sekund frá, men hon forbetraði seg við 2,53 sekund og tað er sera flott. Tillukku Signhild við gullinum og Barbara við fjórða plássinum. SáH |
Greinar
April 2025
Categories |