
Annars byrjaði FM 2016 hjá honum sera illa. Hann slapp ikki at svimja sína yndisgrein 200 metur bringu, tí tað vóru onkrir tekniskir trupuleikar við tilmeldingini og tískil var hann áskoðari til tað kappingina.
Roynt var at ugga hann og sigast skal, at tað eydnaðist, hann kom sterkt aftur. Hevði eitt gott FM við fleiri heiðurstekum og so var prikkurin yvir i-num, at hann gjørdist "ársins stjørnuskot 2016". Stórt tillukku Rókur, tú ert ein knassi.
SáH