
Hetta skrivar hann á sín Facebook vanga:
Eitt serstakliga gott vikuskifti fingið ein enda!
Ægir kláraði fyri fyrstu ferð í 5 ár at vinna føroyameistaraheiti og tað bleiv eisini gjørt við manér! 🏊🏼
Persónliga bleiv tað til 6 gull, 2 silvur og 2 bronsu!
Eisini fekk eg tann stóra heiðurin at verða valdur til ársins svimjara! Tey sum hugdu í sjónvarpinum í gjárskvøldi sóðu kanska at eg yvirhøvir ikki hevði vænta tað, tí eg var nemmliga slett ikki til staðar... Eg var hinuvegin áveg í endaveitslu á Viðareiði av tí at hetta er síðsta ári av fýra á Handilsskúlanum á Kambsdali! Hetta var sjálvandi harmiligt at fáa at vita gjøgnum telefon ístaðin fyri at taka ímóti steypinum persónliga, men tað má eg bara taka við!
Eg vil takka øllum mínum stuðlum, venjarum, FORELDRUM og øllum øðrum, sum hava gjørt harða arbeiði møguligt og vil eisini eg takka mínum formanni og sikkurt number 1 fan Símun á Høvdanum fyri gott samstarv! 🏊🏼
#ShowmustgoON #Buhja 🏊🏼
SáH