Tíðirnar hjá Krista vóru niður á hennara bestu tíðum og seinasta dagin var hon nær við at náa finlauplássinum.
Málsetningur hjá stóra føroyska svimjarnum Pál Joensen er finalupláss á OL og kenni eg Kristu Mørkøre rætt, so satsar hon eisini uppá finalupláss í Rio.
Hetta skrivar Torkil Mørkøre á sínum Facebook vanga:
"EM á Madeira er av á hesum sinni. Krista svam fimm kappingar, og megnaði í dag at svimja seg inn á eitt nýggjunda pláss í 100 bringu, eitt hálvt sekund frá finaluplássi. Kappingin hevur givi royndir og mót fram ímóti leikunum í Rio de Janeiro har Krista einsamøll skal umboða Føroyska merki. Takk øll sum hava stuðla og gjørt hetta møguligt."
Vit ynskja Kristu góða eydnu og Norðoya Portalurin skal nokk fylgja væl við, nú Krista er einasti Klaksvíkingur sum luttekur í Rio, koyrá Krista.
SáH