Tíðin var ikki serliga góð, men hon mátti eisini spara seg, tá ið man svimur so nógvar kappingar til FM.
Tann stóra kappingin í 200 metur rygg var um triðja plássið, har okkara Barbara Debes stríddist fyri tí plássinum, men hon kláraði tað akkurát ikki. Hon var bert 0,45 sekund frá, men hon forbetraði seg við 2,53 sekund og tað er sera flott.
Tillukku Signhild við gullinum og Barbara við fjórða plássinum.
SáH