Hetta skrivar KÍ á teirra heimasíðu:
Páll longt sáttmálan
Í kvøld hevur sterki framherjin fest sína undirskrift á sáttmála við barndómsfelagið fyri komandi kappingarár.
Felagið er í ferð við at tryggja hópin framyvir, og í kvøld kunnger KÍ, at 26-ára gamli framherjin, sum higartil í ár hevur skorað 8 mál í 11 dystum, aftur verður at síggja í blá-hvítu blusuni komandi kappingarár.
Á myndini síggjast Páll A. Klettskarð og Tummas Lervig
Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag
SáH