Tað tók henni 1 tíma og 20 min. at svimja teinin. Hon var sera troytt, tá ið hon trivlandi kom íland á Biskopstøð og har tóku foreldur og øll familjan ímótir henni og foreldrini royndi at balla hana inni í heit klæðir. Hon var sera køld, men sera glað.
Nú er at vóna at onkur stórir sponsorur ferð at stuðla henni, nú hon skal umboða Føroyar til NM í havsvimjing "Open Water" í Svøríki í august. Formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum, gav henni eitt lítið ískoyti vegna Maverick Barr og Klaksvíkar Timburhandil og heitti somuleiðis á fyritøkur at stuðla.
Sera flott klára av Cecilia, vit eru øll stolt av tær og tínari familju, sum altíð stendur við tína lið og stuðlar tær.
SáH