Í triðja settið spældi Mjølnir aftur við næstan sterkastu uppstilling og vann Mjølnir settið 25-17.
Í fjórða settið royndi venjarin Sofía Purkhús aftur aðrar uppstillingar og tað gekk sera gott í fyrstuni, har tær løgdu seg langt framum, men so byrjaði TB kvinnurnar at nærkast og so skiftið venjarin seg sjálva inn og tað gjørdi mun beinanvegin og við góðum spæli frá okkara kvinnum vann Mjølnir dystin 3-1.
Mjølnir liggur á odda við 14 stigum og tær skulu ikki leika aftur í landskappingini fyrrenn í 2018 og tað verður ímóti Drátti á Giljanesi tann 15. januar. Løgin kapping, har eitt lið kann halda frí í tvær mánaðar.
Støðan sæst her: "Landskapping meistardeild kvinnur"
Her síggja til myndirnar frá dystinum, klikk her "Flogbóltur Mjølnir - TB 3-1"
SáH