KÍ megnaði enn einaferð at fáa trý stig og nú hava teir vunnið allir sínar tríggjar útidystir á rað og liggja á odda við 9 stigum.
Í dag vóru teir við Stórá í Trongisvági og leikti ímóti TB/FCS/Royn og tað eydnaðist teimum at vinna tepurt 1-0. Málið kom í fyrra hálvleiki, 26. min. vóru leiktir, Jóannes Bjartalíð legði bóltin innfyri og Deni Pavlovic stútaði bóltin í málið til 1-0. Hetta gjørdist eisini sigursmálið og vit liggja nummar eitt.
Eisini eydnaðist tað okkara Stjørnuliðið at vinna á VB suðuri í Vági, so nú hava okkara lið heili 5 stig norður við og tað er ikki á hvørjum degi at vit fáa ein so góðan fong norður við. Stórt tillukku KÍ og Stjørnan.
Næsti dystur er á heimavøllið ímóti AB og verður hann sunnudagin tann 8. apríl.
Koyr á KÍ
SáH