Eini av leiðreglunum hjá Fótbóltssambandinum er at “Leikarnir heilsast ikki við lógvartakið áðrenn og aftaná dystin”, hví skulu teir ikki gera tað?
Í 3-2 í gjárskvøldið sást, at allir leikarnir klemmast í øllum dystunum, tá ið teir høvdu skotið eitt mál og har allir klemmast teir upp á tað harðasta? hvat er munurin á lógvartakið og at klemmast má ein spyrja FSF um?
Og hvar er fjarstøðan, hygg hvussu nógvir leikarar eru í útskiftingarrúminum og hygg so eftir áskoðarnum, har eru eitt stórt NULL, er tað í ordan?
Hevði tað ikki verið upp á sítt pláss, at man hevði áskoðarnar, sum blivu skrásettir, tá ið teir keypti atgongumerkir og fingu sítt fast pláss á áskoðaraskýlinum, so kundi umleið 200-300 áskoðarar sloppi til dystirnar við 4 metrar fjarstøðu og so kundi man keypt bilettirnar via netið, so ongin slapp inn, um ein ikki var skrásettur, nú ongin smitta er í Føroyum.
Kemur smittan aftur, so má spurningurin um áskoðarnar takast upp beinanvegin, so smittan ikki spreiður seg.
SáH