Tað svarar løgmaður Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu hjá Tjóðveldi, sum í einum § 52a fyrispurningi hevur spurt um ítróttarkappingar.
“Sersambondini kunnu gera av, um tey annaðhvørt vilja byrja aftur ella ikki. Velja tey at byrja aftur, má tað vera í tøttum samstarvi við Coronaráðgevingina fyri at tryggja ein so góðan framferðarhátt, sum til ber í mun til smittuvandan, svarar løgmaður millum annað”
Svar løgmans kann lesast her.
Løgmansskrivstovan