Telvað verður í 4 aldursbólkum:
Bólkur E telvarar føddir í 2004 og yngri
Bólkur D telvarar føddir í 2002 og 2003
Bólkur C telvarar føddir í 2000 og 2001
Bólkur B telvarar føddir í 1998 og 1999
Teir yngru bólkarnir telva uttan klokku - tó verður klokka sett inn um hetta verður mett neyðugt. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.
Tey eldru telva við 10 minuttum í part á klokkuni til hvørt talvið.
Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu í hvørjum aldursbólki. Eisini sleppa 6 tey bestu í hvørjum bólki at telva um pláss til NM í finaluni, sum verður í Klaksvík 15/11.
Harumframt fáa øll okkurt fyri luttøkuna.
Kelda: http://faroechess.com/