Súni Jacobsen fortelur frá, at tey yngru kunna spæla talv á Brúnaskúla mánakvøld og mikukvøld frá kl. 18.00 - 19.00 - har tey sum júst eru byrja - kunna fáa vegleiðing frá teim serkønu hvussu ein veruliga spælir talv.
Klaksvíkar Talvfelag hevur eisini henda møguleika og har kunnu tey yngru spæla týskvøld og hóskvøld frá kl. 18.30. So ikki kann sigast annað uttan at talv sær út til at fáa eina bjarta framtíð fyri okkum føroyingar.
JáH (y) 05.11.2014