
Eg setti meg við eitt borð og yvirav mær - sat 8 ára gamli Luitjen (úttalast Leikin og er eitt hollendskt navn) og eg gleddi meg faktist sum eitt smábarn at vinna ímóti honum.
Vit byrjaðu at spæla og eftir nakrar leikir - byrjaði eg at innsíggja, at møguligvís fór eg at tapa hetta talvi. Sveittin lak av pannini hjá mær og eg sá, at hetta varð nokk ikki eitt so gott hugskot álíkavæl. "Hvat hevur tú nú róta teg uppí, tín dummi hundir", hugsaði eg.
Sum tit síggja á myndini - so hevði eg ikki nógvar hvítar eftir og eg bjóðaði hondina hjá mær framm til Luitjen og spurdi um vit bara ikki kundu taka eitt "remy" (remy merkir javnleik) - men 8 ára gamli Luitjen takkaði nei og eftir nakrar fáar leikir afturat - sat eg sum kánus og tann ungi maðurin hevði sett meg skakmat. Eg takkaði fyri talvi og fyri at gera ilt verri - so hugdi talvmeistarin og vinurin Hans Kristian Simonsen eftir talvinum og eg bað sjálvandi hann taka eina mynd av mær og Luitjen.
Boðast skal annars frá, at hesin ungi drongur hevur vunnið nógvar kampar ímóti vaksnum persónum - tað fortaldi Aksel V. Johannesen so fyri mær og um tað bert varð at fáa mítt sjálvsálit upp aftur - veit søgan onki at siga um. Sjá annars myndarøð niðanfyri:
Annars verður tað talvkapping fyri børn og ung nú sunnudagin ... Les meira um tað HER
JáH (y) 08.11.2014