Um vikuskiftið var stór kapping suðuri í Vági. Kappast var í 32 kappingum, har Ægir gjørdist sigursharrin við 15 gull, SUsvim 13 gull og Havnar Svimjifelag 5 gull.
Hetta er nøkur ár síðani, at Ægir er blivin nummar eitt samanlagt í einari svimjikapping, so hetta boðar frá góðum.
Ægir hevur fingið nýggjan venjara, Juan Jaime Arroyo Toledo frá Mexico og var hann samanlagt nøgdir við úrslitið. Onkur forbetraði seg heilt nógv, men hjá onkrum gekk ikki serliga gott, men soleiðis er einaferð innan svimjing, nú nýggjur venjari er, so verður vant ørvísið og tað kann taka eitt sindur av tíð, at venja seg við tað. Spennandi verður, um tey, sum ikki slógu ígjøgnum suðuri í Vági, fara at sláa til í næsta mánað, tá ið svimjinkapping verður í Klaksvík.
Vit ynskja Ægir stórt tillukku.
SáH