Har møtti ikki nógv fólk til fundin, men tó so mikið, at Ægir fekk mannað eina nevnd.
Dann Hjelm og John D. Olsen tóku ikki við afturvalið og í teirra stað komu Josef Jacobsen og Rannvá Sigfríðsdóttir. Formaður er Símun á Høvdanum og eyka limir eru, Oluffa á Høvdanum og Carsten Wigant Andersen.
Fríggjarliga hevur gingið niður á bakka í fleiri ár, men væntandi vendir gongdin í 2015/2016.
Ægir hevur fyri fyrstu ferð í søgu felagsins fingið ein útlendskan venjara, Jaime Arro, sum er frá Meksiko. Hetta hevur gjørt at limatali er økt munandi og er ætlanin tann, at Jaime skal aftur fáa Ægir á fremstu rok.
Fyrsta svimjikappingin í hesum kappingarárinum verður suðuri í Vági tann 25 - 27 september.
Meira um Ægir á hesari Facebook síðuni, klikk her: https://www.facebook.com/AEgirklaksvik?fref=ts