![Picture](/uploads/3/6/6/4/3664226/134440.jpg?483)
Sera spennandi dystir í KÍ høllini og eftir eina katastrofu byrjan, har Stjørnan var aftanfyri 5-0, ja, so tiku tær seg saman og spældi fult upp ímóti Føroyameistarnum Neistanum, har teir ofta vóru nær við at koma framum, men tað eydnaðist teimum ikki. Málkvinnan hjá Stjørnuni spældi ein branndyst og nógvu áskoðarnir í KÍ høllini fingu ein góðan og javnan dyst at síggja, har okkara kvinnur stríddist meistarliga og fult uppiborið fingu ein javnleik.
Stjørnan er tendra aftur og tað verður spennandi at fylgja teimum hetta kappingarárið. Koyrá Stjørnan
SáH