fastlagdar fyri árið 2015 og 2016 til summarferiuna.
Samtykt bleiv eina nýggja bólkagreining hjá teimum yngru svimjarnum, so aldurin ikki gjørdist so stórir ímillum teir fýra bólkarnar.
Kjak stóðst av, at kappingin skuldi gerast longri. Tey stóru feløgini ynsku, at leingja kappingina, so hon endaði síðst í
juni ella fyrst í juli, tí tað var best fyri okkara allerbestu svimjarnar, sum luttaka í altjóða kappingum, men tey smáu feløgini vóru ímóti og vildu hava kappingina, sum hon var í ár. Grundgevingin var tann, at tá fóru allir svimjarnar í aðrar ítróttargreinar, so næstan ongir svimjarar vóru eftir. Hetta hildu stóru feløgini í landinum vera óseriøst, at vit skuldi taka hædd fyri fótbóltinum og aðrar ítróttargreinum, tá ið tær ítróttargreinarnar ikki tiku hædd fyri svimjingini.
Tískil skuldi atkvøðast um hetta stóra mál og úrslitið gjørdist, at tey smáu feløgini vunnu og sostatt endar svimjiárið í mai 2016.
Samanumtikið ein góðir fundir og samtykt bleiv, at hava ein kalendarafund aftur í desember mánaða í ár.
SáH