
Ótrúðliga flott klára, at sláa tað føroyska juniormetið við nærum 3 sekundum og nú manglar sera ltíð í, at Signhild Joensen slær sera gamla metið hjá Elspu Mørkøre, sum er heilt frá 2007.
Nýggið venjarin Jaime var sjálvsagt eisini stoltir av tíðini og nú lovar tað sera gott fyri kappingarárið 2015-2016 hjá Ægir.
Hetta skrivar svimjing.com um Signhild ígjár:
Signhild Joensen úr Ægir setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon á SuSvim Open í Vági svam teinin uppá 2:15.64. Hon átti sjálv juniormetið á 2:18.17 frá FøroyaMeistarastevnuni í mai mánaða, og er nú rættiliga nær føroyska metinum hjá Elspu Mørkøre, á 2:15.15 frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007.
Kelda: www.svimjing.com og mynd Jón Bjarnason.
SáH