Tær spældu tríggjar dystir. Fyrst spældu tær javnt 2-2 ímóti EB/Streymi, síðan vunnu tær 3-0 ímóti NSÍ b og 6-2 ímóti NSÍ a, og vunnu tískil kappingina.
Í ár hava tær luttikið í 6 kappingum. Onkuntíð við tveimum liðum og onkuntíð við bert einum. KÍ hevur vunnið 4 av hesum kappingum og er endað nr 2 í hinum báðum.
Allar gentirnar hava verið sera raskar í ár og hava ment seg og hugna sær nógv, bæði til venjing og dystir. Sigast má at kvinnusíðan hjá KÍ sær út til at ganga einari bjartari framtíð ímóti. Koyr á KÍ!
Kelda: Klaksvíkar Ítróttarfelag
SáH
Á myndini eru Karsten Hansen, venjari, Durita Vang, Fríðgerð Hansen, Jóna Miðalberg, Elspa Maria Zachariasen. Fremst frá vinstri, Vár Eliasen, Lena Loburak, Oddbjørg í Buð.