Eitt merkismerk við hesari kappingini var, at Eysturdal systrarnar kundi mannað eina heila stafett fyri Ægir og má hetta vera fyrsti ferð í søguni, at ein heil stafett verður manna av systrum. Tær svomu 4 x 50 metur frísvimjing og tær sum svomu vóru: Sonja Eysturdal fødd 2005, Barbara W. Eysturdal fødd 2003, Victoria Wigant Eysturdal fødd 1998 og Cecilia Eysturdal fødd 1996.
Poula Ø. Mohr 4:57:64 og føroyskt met í 400 blandað
Poula Øssursdóttir Mohr úr HS megnaði at seta nýtt føroyskt met í 400 metra
blandaðari svimjing fyri kvinnur, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam
teinin uppá 4:57.64, har metið hjá Elspu Mørkøre frá DHM í 2007 var 4:57.66.
Elsta metið fyri einstaklingar á stuttgeil. Harvið slettað.
Klikk her fyri at síggja úrslitini: http://www.svimjing.com/files/aegir-stevna-feb-2013-urslit.html
SáH 18.02.13