Grundirnar kunna vera so mangar, men serliga tí, at Ísland er ein so lítil tjóð og er komin so langt, sum teir eru. Ja, sjálvt Danmark má bukka undir, tá ið kempurnar úr Íslandi trýna á vøllin í kvøld kl. 20.00, har KVF vísur dystin beinleiðis.
Vit á Norðoya Portali fara sjálvandi at fylgja við dystinum og nýggjheitirnar vera sum so í kvøld, tí hetta er ein dystur, sum ein seint kemur at gloyma - og vit eiga eisini at hava í huga, at Ísland hevur góðan møguleika at vinna henda dystin, tí trýstið hjá teim úr Onglandi er ovurhonds stórt og tað kann vera til stóra fordeil fyri Ísland. Og so skula vit til síðst nevna tað, at Ongland ikki hevur klára seg so ólukksáliga væl - bólturin er rundir, so ALT kann henda. Undirritaði tippar 1 - 0 til Ísland: Kom so, Ísland !!!
JáH (y) 27.06.2016